- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassin skal læna til Suðuroyartunnilin
Landskassin, og ikki eitt alment tunnilsfelag, skal taka lán til Suðuroyartunnilin. Tað sigur landsstýrismaðurin í tunnilsmálum, sum vísir til tilmæli frá Landsbankanum.
Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur í svari til grein-52 fyrispurning, at Landsbankin mælir til, at landið tekur lán til alla verkætlanina og "endurlænir" tunnilsfelagnum peningin - við somu treytum, sum landskassin lænti teir. Soleiðis ber til at fáa bestu lánstreytirnar.
Afturi í 2016 tók partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar 2,6 milliardir í láni frá amerikanskum íleggjarum. Øll upphæddin var lænt í einum. Rentan var 2,73 prosent, fastløst alt tíðarskeiðið til 2040, tá lánið er útgoldið. Landskassin tryggjaði felagnum eina minstu inntøku, soleiðis at felagið megnar at svara hvørjum sítt.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og limur í Búskaparráðnum, metir, at til ber at spara útvið eitt prosent í rentu, um landskassin lænir pengarnar, heldur enn eitt alment tunnilspartafelag.
Enn veit eingin, hvat ein Suðuroyartunnil fer at kosta. Metingar hjá Landsverki siga góðar fimm milliardir krónur.
-Tað er greitt, at skal ein so stór íløga gerast, so er neyðugt at gera eina neyva raðfesting av øllum størri íløgum í samfelagið næstu árini. Tí pengar eru ikki til alt tað, sum frammanundan er sett út í kortið, um ein tunnil til Suðuroyar eisini skal gerast, sigur Johnny í Grótinum, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.