- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søguligur dagur
Seinastu fyrireikinganar til, at Føroya Symfoniorkestur skuldu innspæla "Tú alfagra land mítt" í kvøld, vóru í Norðurlandahúsinum í gjár, og Dagur og vika vóru við.
Upptøkan, sum vanliga verður brúkt av "Tú alfagra land mítt", er ein donsk upptøka.
Gamla upptøkan
Tað eru fleiri søgur um gomlu upptøkuna av tjóðsanginum.
Greitt er, staðfesti Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, at Symfoniorkestrið hjá Danmarks Radio kom til Føroya at hava konsertir í 1960.
Summi vilja vera við, at gamla upptøkan er frá einari konsert í tí, sum varð kallað Turkihúsið inni á Skála.
Sakin var nevniliga tann, at Symfoniorkestrið hjá Danmarks Radio var so mikið stórt, at pláss var ongastaðni at hava konsertir í Føroyum tá í tíðini.
Smærri ensemble úr orkestrinum vóru sett saman, og tey hildu so konsertir í aulini í Kommunuskúlanum í Havn, og upptøkur vóru gjørdar í Havnar kirkjuni.
Men tað skuldi tó eydnast føroyingum at hoyra alt orkestrið saman, og tað var til konsert í Turkihúsinum inni á Skála.
Ein onnur søgur ljóðar, at upptøkan av tjóðsanginum var ein heilsan, send til Føroyar eftir Føroyarferðina í 1960.
Sunnleif Rasmussen, tónaskald, hevur gjørt nýggja útseting av "Tú alfagra land mítt", og hann vitjaði í sjónvarpsstovuni.