Fegnast um ætlaðar broytingar í rúsdrekkalóggávuni

Fegnast um ætlaðar broytingar í rúsdrekkalóggávuni
Bryggjarí skulu sleppa at selja alla sína framleiðslu sjálv, meðan innflutningseinkarætturin av víni verður tikin av. Hetta kemur væl við, siga Føroya Bjór og Gist & Vist
29.12.2022 - 17:25

Bryggjarí skulu sleppa at selja alla sína framleiðslu á egnum sølustøðum - eisini hana, ið hevur eitt alkoholprosent omanfyri 5.8 prosent, og innflutningseinkarætturin av víni verður tikin av.

Hesar broytingar verða gjørdar í rúsdrekkalóggávuni sambært samgonguskjalinum hjá nýggju stjórnini.

Stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, heldur, at ætlaninar eru skilagóðar og koma væl við hjá 

 - Tað ljóðar spennandi, sigur hann. 

 - Um vit fáa loyvi at selja okkara egnu produkt, kann tað vera ein stórur fyrimunur, serliga um summarið. Tá sendir ferðavinnan ofta fullar bussar av ferðafólki til okkara til rundsýning, og hesi fólkini undrast á, at tey ikki sleppa at keypa onkrar av vørunum hjá okkum, tí tað kunnu tey alla aðrastaðni. 


Hógligari og hugaligari

Stjórin í Gist & Vist-samtakinum, Johannes Jensen, tekur eisini undir við ætlaðu broytingunum.

Sambært honum, fer tað at vera munandi hógligari og hugaligari at arbeiða í hotell- og matstovuvinnuni, um innflutningseinkarætturin av víni verður tikin av, og fleiri veitarar fáa loyvi at innflyta vín.

 - Tað fer at geva kapping um bæði prís og úrval. Tað verður munandi lættari at fáa vøruroyndir, at halda smakkingar og annað. Tú verður ikki betri enn tín egni veitari. Um tú ikki fært atgongd til tær røttu vørurnar - tað verði seg kjøt, tomat ella vín - verður tú minni kappingarførur, sigur Johannes Jensen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982