- Tíðindi, mentan og ítróttur
Til reiðar at taka av
Ábendingar eru um, at Hanus Sørensen fær kjansin frá byrjan í venjingardystinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti Kekkia í dag.
HB-bakkurin, sum er við í A-landsliðshópinum fyri fyrstu ferð, sigur, at hann er til reiðar at taka av, um hann fær boð frá Håkani Ericson, landsliðsvenjara.
- Tað er øgiliga spennandi, og tað hevur gingið fínasta slag til venjingarnar, sigur Hanus Sørensen.
- Tað sær kanska eitt sindur út til, at eg skal byrja inni, men um tað ikki verður, eri eg altíð klárur at koma inn, og um eg byrji inni, taki eg sjálvandi av og geri tað so gott, sum eg klári.
Hann er fallin væl til millum royndaru spælararnar, sum hann annars hevur fylgt og mett høgt í nógv ár.
- Tú skalt líka føla eitt sindur eftir og taka tað eitt sindur stille og roligt at byrja við, og so byrjar tú at tosa eitt sindur meir við teir eldru, greiðir Hanus Sørensen frá.
Sí samrøðu við Hanus Sørensen omanfyri. Dysturin ímóti Kekkia verður sendur í sjónvarpinum frá kl. 16.50.