Skulu tora at sleppa teymunum

Skulu tora at sleppa teymunum
Føroyar skulu tora at sleppa teymunum í venjingardystinum ímóti Kekkia. Tað siga bæði liðskiparin, Viljormur Davidsen, og Hanus Sørensen, sum helst fær sín fyrsta dyst
15.11.2022 - 19:45

Hondbremsan skal niður, og føroysku landsliðsspælararnir - bæði royndir og óroyndir - skulu tora at spæla.

Tað siga bæði Viljormur Davidsen og Hanus Sørensen undan venjingardystinum ímóti Kekkia í morgin.



Vinstri bakkurin telist millum royndastu spælararnar í føroyska hópinum, meðan Hanus Sørensen er við fyri fyrstu ferð.

Í morgin manna teir helst sítt bakkpláss ímóti kekkum.

- Tað er øgiliga spennandi, og tað hevur gingið fínasta slag til venjingarnar, sigur bakkurin úr HB.

- Tað sær kanska eitt sindur út til, at eg skal byrja inni, men um tað ikki verður, eri eg altíð klárur at koma inn, og um eg byrji inni, takið eg sjálvandi av og geri tað so gott, sum eg klári.



Viljormur Davidsen sigur, at í roynd og veru er einki upp á spæl, og tí skulu føroyingarnir sleppa óttanum og sleppa teymunum.

- Hetta er ein vinardystur, og tí kostar ein feilur ikki upp á sama máta. Vit spæla ikki um stig, so vit skulu út at tora og vísa, hvør dugur er í okkum, sigur Viljormur Davidsen.

Dysturin ímóti Kekkia er klokkan 17.00 mikudagin, og Kringvarpið byrjar at senda í sjónvarpinum klokkan 16.50.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446