- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atli Gregersen: Hetta fæst ikki betri
Atli Gregersen stórfegnaðist um steypasigurin á KÍ á Tórsvølli.
- Tað er ein fantastisk kensla at standa við, vit hava vunnið, og tú sært, hvønn týdning tað hevur í Eysturkommunu, segði Atli Gregersen.
40 ára gamli miðverjin var leikbannaður og mátti hyggja at dystinum frá áskoðaraplássunum, og tað hóvaði honum sjálvsagt ikki.
- Hatta var forferdilig, tá ið tjóðsangurin var, og teir gingu inn. Eg eri jú gjørdur av stáli, men tárini vóru líka við at trilla, segði Atli Gregersen.
Arnbjørn Svensson, sum ofta hevur spælt longri frammi á vøllinum, tók miðverjuplássið undir liðini á Gunnari Vatnhamar, og Atli Gregersen var væl nøgdur við innsatsin hjá avloysaranum.
- Jamen, so tekur ein annar maður bara yvir. Tað er líkamikið, Arnbjørn spælir sum ein eingil í dag.