Fyrstu ferð á val í Føroyum

bannari
Fyrstu ferð á val í Føroyum
Kinga Eysturland í Klaksvík er ein av tilflytarunum í Føroyum, sum nú fyri fyrstu ferð sleppur á fólkatingsval.
28.10.2022 - 17:11

Kinga Eysturland er úr Póllandi og hevur búð 13 ár í Føroyum. Hon er ein av teimum 106 tilflytarunum í Føroyum, sum hevur fingið ríkisborgaraskap og tí eisini valrætt síðani fólkatingsvalið var seinast, í 2019.

Treytirnar fyri at fáa ríkisborgararætt eru, at ein skal hava búð níggju ár í Føroyum, ella um ein er giftur við einum føroyingi, skal viðkomandi hava búð her í sjey ár, áðrenn ein kann søkja um ríkisborgararætt. Hon heldur, at tað áttið at gingið nógv skjótari at fingið ríkisborgaraskap.

Hon heldur at eitt løgtingsval er meira spennandi enn eitt fólkatingsval, men hon ætlar sær kortini á val mánadagin.

Tað eru nøkur evni, ið serliga hava hennara áhuga í valstríðnum. Millum annað integratión.

 

Kann velja í trimum londum

Kinga Eysturland hevur dupultan ríkisborgarrætt, og tí kann hon velja til trý ting. Sum føroyingur kann hon velja til løgtingsval og fólkatingsval. 

Men hon hevur eisini pólskan ríkisborgarskap, og tí velur hon eisini til pólska tingið. Tað hevur hon gjørt øll árini, hon hevur verið í Føroyum.


Seks prosent hava ikki valrætt

Í dag búgva 40.841 fólk í Føroyum, sum eru yvir 18 ár.

Men tað eru tó bara 38.387 av hesum, sum hava valrætt til Fólkatingsvalið mánadagin.

Munurin, tey 2.454 fólkini, sum ikki hava valrætt, eru tilflytarar við arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi, men sum tó ikki hava fingið ríkisborgarrætt.

Tað vil siga, at 6 prosent av øllum fólkunum yvir 18 ár í Føroyum, hava ikki valrætt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151