- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um gongd í haga vendir skeivt
Málið um gongd í haga vendir skeivt
Málið um gongd í haga er byrja skeivt, tí alt ov nógv atlit eru tikin til landbúnaðaðin og ferðavinnuna.
26.04.2022 - 18:24
Heldur átti málið at snúð seg um at tryggja hvørsmansrættin. Tað sigur forkvinnan í Hagafelag Føroya.
Arbeiðssetningurin fyri at finna eina loysn á málinum hevur verið skeivur frá byrjan, halda tey í hagafelagnum.
Málið hevur so grunnleggjandi stóran týðning, at borgarin í landinum átti at havt hægstu raðfesting, sigur Rúna Hjelm, forkvinna.
Hvørsmansrættur, tað vil siga rætturin at ganga frítt í nátturini, eigur at vera galdandi í Føroyum, leggur hon afturat.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV