Jóhan stríðist enn fyri sílunum

Jóhan stríðist enn fyri sílunum
Málið er framvegis at fáa Kalsbaksfjørð til sílaaling, sigur Jóhan í Niðristovu, nú Vinnukærunevndin gevur kæruni frá Røkt steðgandi virknað og sílunum í Heygadali longt lív
19.04.2022 - 19:39

Okkara stóra mál er framvegis, at eitt granskingar- og menningarloyvi til sílalaing verður latið okkum á Kaldbaksfirði, sigur Jóhan í Niðristovu.

Smápartafelagið Røkt fekk í dag viðhald frá Vinnukærunevndini, sum heldur at kæran frá Røkt skal hava steðgandi virknað, nú SEV er byrjað at tøma byrgingina í Heygadali í Vestmanna.

6. apríl staðfesti Heilsufrøðiliga Starvsstovan sína avgerð um, at sílini skuldu takast av, nú SEV skal tøma byrgingina.

Røkt kærdi hesa avgerð til Vinnukærunevndina, sum í síni avgerð í dag skrivar:

"Viðvíkjandi teimum vanligu reglunum um steðgandi virknað kann samanumtikið sigast, at ein kæra sum útgangsstøði ikki fær steðgandi virknað. Tað talar tó fyri at geva einari kæru steðgandi virknað, at kærurætturin annars verður gagnleysur." 

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í Vinnukærunevndini, sigur við Kringvarpið í kvøld, at hann veit ikki, hvussu drúgva tíð tað fer at taka at viðgera sjálva kæruna. Tað vil siga sjálvt málið.

-Nei, í løtuni er ógjørligt hjá mær at siga, um viðgerðin tekur vikur ella mánaðir. Vit hava í nevndini tosað um hetta málið, og eru samd um at leggja upp til eina skjóta viðgerð. Men samstundis má trættartrygdin hjá fólki ikki setast í vanda, sigur Eyðfinnur Jacobsen og sipar til rímuligar hoyringarfreistir hjá pørtunum at svara uppáhaldunum hjá hvørjum øðrum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109