- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinnuskipanin í Íslandi ein tikkandi bumba
Fiskivinnuskipanin í Íslandi ein tikkandi bumba
Politikararnir í Føroyum gjørdu eitt stórt mistak, tá teir nýttu íslendsku fiskivinnuskipanina sum íblástur í Føroyum. Tí íslendska fiskivinnuskipanin er ein tikkandi bumba
07.04.2022 - 19:44
Thorvaldur Gylfason, professari í búskaparfrøði við lærda háskúlan í Íslandi, vitjar í hesum døgum á Fróðskaparsetrinum. Hann greiðir frá fiskivinnuskipanini í Íslandi, har tilfeingisrentan frá virðismikla náttúrutilfeinginum, í størstan mun fer til nakrar fáar reiðarar.
- Oligarkarnir í íslendskari fiskivinnu fáa 90 prosent av tilfeingisrentuni, meðan eigarin - fólkið í Íslandi - einans fær 10 prosent. Og tað sigur seg sjálvt, at heldur ein slík skipan fram í fleiri ár, so skeiklar tað fíggarliga og politiska valdið í landinum, sigur hann í Degi og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV