- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyr og síggj tónleikaverkið hjá Heðini, sum kanska ikki er tónleikur
Hoyr og síggj tónleikaverkið hjá Heðini, sum kanska ikki er tónleikur
Elektroniska tónaverkið, sum Heðin Ziska Davidsen, framførdi til tiltakið Ravlitt, er so abstrakt, at hann sjálvur hevur uppgivið at hugsa, hvørt tað er tónleikur ella ei.
29.03.2022 - 12:57
Heðin Ziska Davidsen er hugtikin av óljóði.
Hvíta óljóðið - white noise - hevur kveikt lív í eitt elektroniskt ljóðmyndaverk, sum hann hevur putlast við í trý ár.
Verkið varð framført fyrr í mánaðinum til elektroniska tiltakið Ravlitt.
Verkið hevur einki heiti. Tað er so abstrakt, at Heðin Ziska Davidsen sjálvur er givin at grundgeva fyri, hvørt talan er um tónleikur ella ei.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV