- Eingin ætlan at forða russiskum ríkmonnum í Føroyum

bannari
- Eingin ætlan at forða russiskum ríkmonnum í Føroyum
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki kanna ognarskapin á russiskum skipum, sum ferðast í Føroyum.
22.03.2022 - 19:39

Russiski ríkmaðurin Vitaly Orlov eigur eitt fiskiskip, sum í løtuni liggur við bryggju í Kollafirði.
Og tað hendir, meðan vesturheimurin roynir at seta tiltøk í verk móti russiskum oligarkum og teirra virksemi í Evropa. 

Boris Syromyatnikov er eitt av sjey russiskum skipum, sum hevur lagt at bryggju í Føroyum í ár. Tað er russiska felagið Murmansk Trawl Fleet, sum er skrásett sum eigari av skipinum. Felagið hevur høvuðsskrivstovu í Murmansk. 

Boris er eitt av 38 skipum hjá fyritøkuni, sum hevur 3.500 fólk í starvi.

Murmansk Trawl Fleet er dóttirfelag hjá Norebo-samtakinum, sum er størsti arbeiðsgevarin í Murmansk og størsta fiskivinnufyritøka í Russlandi. 

Norebo eigur fjúrtan onnur feløg í russisku fiskivinnuni, og er høvuðsveitari av frystum fiski til evropeiska marknaðin. Millum kundarnar teljast altjóða fyritøkur sum McDonalds.

Og sum við so nógvum av teimum stóru vinnunum í Russlandi, endar slóðin hjá Boris hjá einum russiskum ríkmanni, nevniliga milliarderinum Vitaly Orlov. 

Síðst í nítiárunum stovnaði  Vitaly Orlov Norebo saman við tveimum øðrum. Felagið byrjaði við
 at keypa gamlar norskarar trolarar, sum blivu latnir russiskum feløgum, sum afturfyri landaðu teirra last hjá Norebo. . 

Skjótt vaks fyritøkan seg til ein av stóru aktørunum í russiskari fiskivinnu, og seinastu árini hevur fyritøkan keypt aðrar fyritøkur í vinnuni fyri 4 milliardir krónur. 

Sjálvur er Vitaly Orlov sambært Forbes góður fyri 7,4 milliardir krónur í dag. 
 

Ætlar ikki at kanna ognarskap 

Árni Skaale er ikki sinnaður at seta kanningar í verk fyri at finna fram til, hvørjir eigararnir eru av teimum russisku skipunum, sum ferðast í føroyskum sjógvi. Tað er sera torført at finna fram til, hvørjir eigararnir eru av fleiri russiskum skipum, og hóast Árni Skaale ikki veit, um Vørn møguliga hevur vitanina um veruliga ognarskapin, so ger hann greitt, at hann ikki metir tað vera neyðugt at greina. 

 

Sí innslag og longri samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477