John tikin út fyri fyrstu ferð

John tikin út fyri fyrstu ferð
John Frederiksen, sum spælir í næstbestu eysturríksku deildini, er tikin út til A-landsliðið í fótbólti fyri fyrstu ferð. Framherjin fegnast um møguleikan
23.08.2021 - 17:57

Eitt nýtt navn var á listanum, tá Håkon Ericson, landsliðsvenjari, kunngjørdi leikararnar, sum skulu umboða A-landsliðið í fótbólti í dystunum móti Danmark, Ísrael og Moldova. 

Stóri áleyparin, John Frederiksen, ið er eitt rættiliga ókent navn í Føroyum, men nú spælir í næstbestu deildini í Eysturríki við SKU Amstetten, er við fyri fyrstu ferð. 


Føroyar - Ísrael 
Mikudagin, 1. september, kl. 19.45

Føroyar - Danmark
Leygardagin, 4. september, kl. 19.45

Føroyar - Moldova
Týsdagin, 7. september, kl. 19.45


Málverjar
Gunnar Nielsen (FH Hafnarfjørður)
Teitur Matras Gestson (HB)
Mattias Heðinsson Lamhauge (B36)

Verjuleikarar
Odmar Færø (KÍ)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Viljormur í Heiðunum Davidsen (Vejle BK)
Rógvi Baldvinsson (Bryne BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Sonni Ragnar Nattestad (Dundalk FC)
Heri Hjalt Mohr (HB)
Gilli Rólantsson Sørensen (Odd)

Miðvallarar
Brandur Henriksson Olsen (Helsingborg IF)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Kaj Leo í Bartalsstovu (Valur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Jákup Biskupstø Andreasen (KÍ)
Tróndur Jensen (NSÍ)
Hallur Hansson
Rene Shaki Joensen (HB)
Petur Knudsen (Lyngby BK)

Áleyparar
Jóan Símun Edmundsson (Waasland-Beveren)
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (Bryne FK)
John Frederiksen (SKU Amstetten)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV