- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórur Mortensen: umstøðurnar í Føroyum vánaligar
- Hesar umstøðurnar eru faktiskt ræðuligar í mun til tær, sum eg havi niðri.
So avgjørdur er Tórur Mortensen, sum gjørdist føroyameistari í bæði trístøkki og longdarlopi, um vikuskiftið.
Hann venur og kappast til dagligt í Danmark - tað hevur hann gjørt seinastu árið - og framgongdin hevur verið stór, serliga nú hann tykist hava fingið bilbugt við ein knæskaða, sum hevur argað í áravís.
Um vikuskiftið tók hann lut í føroyameistaraheitunum í frælsum ítrótti á Tórsbreyt. Eftir kappingina fanst hann at venjingarumstøðunum, sum føroyskir íðkarar hava.
- Eg havi eina høll at venja í, so um tað er eitt sindur av vindi, regni, ella um tað er eitt sindur kalt, so venji eg inni í eini heitari høll, segði Tórur Mortensen.
- Vit hava eisini eitt gott stadion, sum gevur góða lívd, í mun til her (á Tórsbreyt, red.), sum tað næstan altíð er vindur og ringt veður.
Dreymurin er ein venjingarhøll
Loysnin er einføld og tó. Debes Hammersheimb Christiansen, sum er venjari í Bragdinum, droymir um eina innandura venjingarhøll.
- Tann heilt stóri dreymurin hjá okkum í frælsum ítrótti er at fáa eina altjóða innandurahøll, við 200 metra rundbreyt og umstøðum til tekniskar greinar innandura, sigur venjarin.
- Tí so kunnu vit venja undir bestu viðurskiftum alt árið runt, og tað krevur, um mann skal blíva ein góður íðkari, sigur Debes Hammersheimb Christiansen.