- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri nøgdur við silvurið
Sverri Sandberg Nielsen endaði á øðrum plássið í royndini at verja evropameistaraheitið, sum hann vann í oktober í fjør.
Tað varð Oliver Zeidler úr Týsklandi, sum fór við gullinum. Kortini var miðvingurin væl nøgdur.
– Sum so haldi eg, at tað var, so gott sum tað kundi verið í gjár. Eg skuldi kanska havt koyrt eitt sindur harðari á á teimum mittastu 1000 metrunum, sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Miðróðurin var ikki eins góður, og miðvingurin ætlaði, men seinasta fjórðingin av 2000 metra teininum setti Sverri Sandberg Nielsen ferð á og róði frá grikkanum, Stefanos Ntouskos, sum hann hevði ligið undir liðini á.
- Tá hugdi eg meir eftir týskaranum - um eg kundi fara framvið honum - men eg byrjaði helst eitt sindur ov seint við tí royndini, sigur 27 ára gamli rógvarin.
Koronusjúkan hevur ikki ávirkað
Síðst í november fekk Sverri Sandberg Nielsen staðfest koronu á venjingarlegu í Portugal. Hann sigur seg einki merkja einki til sjúkuna nú og hevur ongar eftirfylgir.
– Men eg misti næstan tríggjar vikur av venjing, og tað er sjálvandi ikki ynskiligt, sigur Sverri Sandberg Nielsen, sum nú venur fram ímóti World Rowing Cup II, sum verður í mai.
Eftir tað bíðar størsta málið, Olympisku Leikirnir í Tokio.