- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjólini gresja á Mars
Fyri nøkrum døgum síðani var fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance royndarkoyrdur á gongustjørnini Mars.
Alt sá út til at rigga væl, og bilurin koyrdi teir fáar metrarnar sum ætlað. Men tá ið vísindafólk settu seg at lurta eftir ljóðupptøkunum frá royndarkoyringini, hoyrdu tey eitt ørkymlandi ljóð.
Har hoyrist eitt løgið knarr og gresj frá hjólunum á bilinum.
Vita ikki, hvat tað er, sum gresjar
Enn hava tey ikki greinað, hvat tað er, sum ríkir uppi á Mars, men sum eitt vísindafólk segði:
'Hevði hetta komið frá mínum bili, so hevði eg koyrt hann á verkstað beinanvegin'.
Men tað er ikki so lætt, tá ið bilurin er staddur einar 40-50 milliónir kilometrar frá tí nærmasta verkstaðnum.
Vónandi er ikki heilt galið, men hygg at innslagnum og hoyr, hvussu tað gresjar frá Perseverance á Mars.