Talvsøga: Helgi vann á Vladimir

Talvsøga: Helgi vann á Vladimir
Um vikuskiftið settust tveir stórmeistarar yvirav hvør øðrum í einum dysti millum tvey lið í føroysku landskappingini. Tað er ikki hent fyrr
01.03.2021 - 18:22

Í 1997 vann enski stórmeistarin, Stuart Conquest, á svenska altjóða meistaranum Tiger Hillarp Persson, tá Klaksvík og Kollafjørður brustu saman. Sviin gjørdist stórmeistari tvey ár seinni.

Um vikuskiftið telvaðu tveir stórmeistarar móti hvør øðrum í føroysku landskappingini fyri fyrstu ferð, tá Helgi Dam Ziska og Vladimir Hamitevici brustu saman á fyrsta borði í dystinum millum Havnina og Klaksvík.

Talvið millum stórmeistararnar var áhugavert og spennandi. Vladimir Hamitevici, sum til gerandis rør út við Norðsøka, og telvar fyri Klaksvíkar Talvfelag, tá tað liggur fyri, stóð væl við hvíta fólkinum eftir kongaindisku byrjanina, og hevði at síggja til fyrimunin.

Helgi spenti seg tó út og syfti moldavska stórmeistaran í spentu støðuni, tá tíðin fór at ganga undan hjá báðum.

Sigurin hevði týdning fyri Havnina, sum nú skal vinna minst 3-1 móti Sandavági í síðsta umfari, um gullið skal koma til høldar.

Tað er ein trupult uppgáva, men ikki ógjørligt. Støðan var hin sama í fjør, og tá eydnaðist tað Havnini at vinna júst 3-1 og strúka avstað við FM.

Avgerandi dysturin millum Havnina og Sandavág verður 13. mars í Sandavági.






 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981

Annað frá KVF