- Tíðindi, mentan og ítróttur
AIDS-dagurin fer í søguna
AIDS-dagurin fer í søguna
Hvørki tey ungu ella Fólkaheilsuráðið minnast altjóða AIDS-dagin í dag.
01.12.2020 - 19:30
1. desember er dagurin, tá komandi pisurnar á Glasir máta støddina á høvdinum til húgvuna í summar. Men dagurin er meira enn tað. Hann er eisini altjóða AIDS-dagur.
Hesin altjóða dagur fyllir lítið í hugaheiminum hjá teimum ungu. Og ikki uttan orsøk. Tí hóast dagurin hevur sítt pláss í álmanakkanum, so hevur hann lítið pláss í hugaheiminum - sjálvt ikki hjá Fólkaheilsuráðnum, sum einaferð var eitt AIDS-ráð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV