- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næstformaður ávarar um at broyta eldrasamstarvið
Næstformaður ávarar um at broyta eldrasamstarvið
-Tað fer at ganga hart út yvir smáu kommunurnar, sigur Jóanis Lisberg, sum er borgarstjóri í Fámjin, einum av minstu kommununum í landinum.
01.12.2020 - 19:30
Næstformaðurin í stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðri ávarar ímóti at broyta lógina, so tvungna samstarvið gerst sjálvboðið.
Sambært Jóanis Lisberg hevur lítla kommunan, Fámjin, stórar eykaútreiðslur av eldrasamstarvinum í oynni. Tað hendir, samstundis sum aðrar kommunur í oynni ikki vilja gjalda sín part av rokningini:
Einfalda loysnin hjá næstformanninum í Bú- og Heimatænastuni í Suðri er tí, at pengarnir frá landinum ikki verða fluttir til einstøku kommunurnar - men í staðin beinleiðis til eldrasamstørvini.
Dennis Holm, formaður í stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðri, ynskti ikki at gera samrøðu um málið ídag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV