Ov fá ung spæla dart

Ov fá ung spæla dart
Málið er at fáa fleiri ung fólk at spæla dart. Tað sigur Kristian Joensen, næstformaður í Dartsambandinum, í sambandi við FM um vikuskiftið
16.11.2020 - 23:32

Lýdia á Smið og Jan McIntosh, bæði úr Havnar Dartfelag, gjørdust leygardagin føroyameistarar í darti. 

Allan leygardagin á tamb kappastu bestu dart-spælararnir úr teimum átta dartfeløgunum í landinum um Føroyameistaraheitini. Átta kvinnur, 32 menn, og átta tey bestu pørini. 

Hjá kvinnunum endaði tað við, at Birthe Sikivat og Lýdia á Smið spældu seg í finaluna. Spælt varð best av 7 spølum, og har dróg Lýdia á Smið longra strái og vann sannførandi 4-1.  

Jan McIntosh og Jón Johansen spældu seg í mansfinaluna, har tað verður spælt best av 11. Og har var als eingin ivi. Jan McIntosh vann sera sannførandi 6-0. 

FM leygarkvøldið var endabresturin á einari langari kapping, sum Dartsamband Føroya er væl nøgt við. 

Tað hava í ár luttikið samanlagt 102 mans, 15 kvinnur og 40 pør úr teimum átta feløgunum kring landið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946