Sverri bestur í Evropa

Sverri bestur í Evropa
Sverri Sandberg Nielsen skrivaði føroyska ítróttarsøgu, tá hann um vikuskiftið vann evropameistaraheitið í einskullara í Poznan í Póllandi
12.10.2020 - 17:17

Hetta er helst tað størsta, sigur miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen, um avrikið, sum tryggjaði honum evropameistaraheitið í rógving í einskullara um vikuskiftið.

Sterki rógvarin, sum seinastu árini bara er vorðin betri og betri, vann EM-kappingina í Poznan í Póllandi framman fyri polska Natan Wegrzycki-Szymczyk og norska rógvaran, Kjetil Borch.

Tað hevur altíð verið málið hjá mær at vera bestur av øllum, og ta málið havi eg nátt í ár, sigur hann. 

Helt seg til ætlanina

Sverri Sandberg Nielsen var á fimta plássi stóran part av róðrinum, men tá helmingurin av teimum 2.000 metrunum vóru farnir afturum, byrjaði hann at taka seg inn á kappingarneytarnar. 

Málið var at fylgja norska rógvaranum, og ta ætlanina helt hann seg til, hóast týski rógvarin, Oliver Ziedler, legði seg væl framum hinar frá byrjan.

Tað gekk alt, sum vit høvdu avtalað, men eg hugsaði ikki so nógv um týskaran, og tað var kanska gott onkursvegna, at eg ikki sá, hvussu langt frammanfyri hann var. Tí tað kundi havt við sær, at fjáltur kom á meg, sigur nýggi evropameistarin. 

Síðstu metrarnar tók hann týskaran aftur, og helt hinar aftanfyri seg á bergtakandi hátt.

Vert øll ofrini

Og Sverri Sandberg Nielsen hevur ilt við at seta orð á tað, sum fór ígjøgnum høvdið og kroppin, tá hann fór um málið, sum skjótasti maðurin í evropa í einskullara.

Tað er vert alt, sum eg havi ofrað fyri hetta. Alt tað, sum eg havi vant, og alla pínuna, sum tað hevur við sær, sigur Sverri Sandberg Nielsen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982