- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yantarnyy fer at larma í Ánunum
Yantarnyy fer at larma í Ánunum
Umstrídda og larmandi, russiska skipið Yantarnyy er nú áveg til Klaksvíkar, har kommunan hevur givið tí loyvi at landa.
08.09.2020 - 19:27
Eftir trýst í dagavís kendi Tórshavnar Kommuna seg annars noydda at flyta Yantarnyy av Signabø út í Nólsoyarfjørð at liggja, tí fólk blivu sjúk av larmi.
Men nú er skipið so á veg í Ánirnar í Klaksvík.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at tað verður bara hesa einu ferðina, at skip sum Yantarnyy sleppur í Ánirnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV