Vil hava hjálparpakka 1 úr gildi um mánaðarskiftið

Vil hava hjálparpakka 1 úr gildi um mánaðarskiftið
1.839 fólk eru framvegis í serskipanini hjá ALS, men landsstýrismaðurin vil kortini hava skipanina úr gildi tann 30. juni
09.06.2020 - 20:09

Av teimum 1.839 fólkunum, sum framvegis eru í serskipanini, eru 500 úr ferðavinnuni, og 400 úr fiskivinnuni. Hini eru úr at kalla øllum vinnugreinum.

Stjórin í ALS væntar ikki, at øll, sum eru í serskipanini í dag, flyta yvir í vanligu arbeiðsloysisskipanina. Fleiri teirra sleppa eftir øllum at døma aftur í arbeiði í næstum.

Serskipanin hevur kostað ALS-grunninum 98,9 milliónir krónur.

Sjálvt um landsstýrismaðurin vil hava skipanina úr gildi um mánaðarskiftið, so vilja Christian Andreasen, sum er formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, og onnur tingfólk í samgonguni hinvegin hava skipanina at halda fram eina tíð afturat.

Arbeiðsloysið er tvey prosent

Fólk í serskipanini hjá ALS eru ikki skrásett sum arbeiðsleys. Tí er arbeiðsloysið í Føroyum í dag lægri enn tvey prosent.

Men tá ið serskipanin fer úr gildi, fer arbeiðsloysið helst eisini upp. Og hetta ávirkar atgongdina hjá fyritøkum til útlendska arbeiðsmegi.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, stúrir fyri, at Føroyar fara at innflyta arbeiðsmegi, samstundis sum nógvir føroyingar eru arbeiðsleysir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095