- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirspurningurin eftir tara veksur
Tey hava við einum royndarloyvi sett taralínur í Funningsfirði í nøkur ár. Og nú - heldur hann sjálvur - fer spakuliga at líkjast.
Fyritøkan hevur annars fyri ein stóran part liva av granskingarstuðli higartil, men málið er at fáa rakstur í virksemið og at skapa eina nýggja útflutningsvinnu.
Á framleiðsluvirkinum í Kaldbak fara tey at viðgera sløk 200 tons av tara í ár.
Eftirspurningurin veksur
Í Evropa og USA veksur áhugin og eftirspurningurin eftir tara, tí tari kann brúkast til so nógv. Sum heilsugóður matur. Djórafóður. Og so ber til at framleiða umhvørvisvinaligar vørur burturúr tara - tildømis súgvirør.
Í næstum verða fimm vinnulig taraloyvi latin. Sjálvur eigur Ólavur Gregersen seks av teimum níggju umsóknunum, sum komu inn.