- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bátsformenn: Ein keðilig støða
Bert tvey tíggjumannafør eru mannaði í ár.
Royndir rógvarar frá Knørri og øðrum feløgum manna Ormin Langa, meðan Havnarbáturin er mannaður við ungum, óroyndum rógvarum.
Bátsformenninir báðir, Henningur-Einar Juul og Hákun Poulsen, harmast um, at ikki fleiri feløg hava megnað at manna síni tíggjumannafør.
- Tað er sjálvandi ein keðilig støða at koma í, sigur Henningur-Einar Juul, og Hákun Poulsen tekur undir við honum.
- Bert ein bátur at kappast ímóti, tað er nokkso óseriøst, haldi eg, sigur bátsformaðurin á Havnarbátinum.
Noyddir at taka ábyrgd
Hákun Poulsen heldur, at tað átti ikki at ligið á teimum at seta seg við árarnar á flaggskipinum hjá Havnar Róðrarfelag longu nú, og ætlanin var eisini at manna eitt seksmannafar.
- Eg hugsaði, at 'tað er ikki upp til okkum, at mann tíggjumannafar', men einki hendi, og vit tóku tað bara á okkum, sigur hann.
Ormurin Langi hevur fingið skotið í skógvarnar, at báturin hevur tikið teir bestu rógvararnar úr øðrum feløgum, men tað er eingin umbering fyri hini, heldur Henningur-Einar Juul.
- Eg vildi heldur sæð tað sum eina góða motivatión til at tikið dystin upp ímóti okkum og víst okkum, hvar skápið skal standa.