Koronudeildin letur aftur

bannari
Koronudeildin letur aftur
Uttan smittu í samfelagnum er ikki neyðugt við eini Koronudeild, staðfestir leiðslan á Landssjúkrahúsinum
28.05.2020 - 19:57

Eingin smitta er staðfest síðan 22. apríl og eingin hevur verið innlagdur við koronu síðan fyrst í apríl. Tí hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum valt at leggja Koronudeildina niður.

 At Koronudeildin verður løgd niður hevur eisini við sær, at øll deildin B7 verður tøk aftur til medisinskar sjúklingar, tí Barnadeildin, sum fyribils helt til á B7, flytur aftur á vanligu barnadeildina á B5, har Koronudeildin annars var skipað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV