- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ vann á HB í Klaksvík
KÍ vann 3-2 á HB á heimavølli sunnudagin, tá fyrsta umfar av Betrideildini varð spælt.
Føroyameistarin hevði tamarhald á meginpartin av dystinum, og høvdu eisini teir størru málmøguleikarnar.
B36 tók felagsliðið, ÍVB, á bóli, og vann ein óvantaðan 4-1 sigur í Gundadali. ÍVB telist millum biðlarnar til FM-heitið, meðan B36 í fleiri ár hevur ligið í tyngra endanum.
Triði dysturin í fyrsta umfarið var ímillum NSÍ og EBS/Skála, og tann dystin vann nýggja liðið í bestu deildini, NSÍ, greitt. Endaliga úrslitið gjørdist 4-0.
Betrideildin
KÍ-HB
1-0: Eyðvør Klakstein
2-0: Poula Andreasen (sjálvmál)
2-1: Jónvá Hentze
3-1: Evy á Lakjuni
3-2: Sunniva Willemoes
B36-ÍVB
1-0: Bára S. Magnussen
1-1: Hanna Isaksen Højgaard
2-1: Hjørdis Rasmusdóttir (sjálvmál)
3-1: Olga Kristina Hansen
4-1: Bára S. Magnussen
NSÍ-EBS/Skála
1-0: Hansina Ronaldsdóttir
2-0: Unn Hvidbro
3-0: Unn Hvidbro
4-0: Heidi Sevdal