- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atlantsflog høggur bremsurnar í
30. mars vórðu 180 starvsfólk send í serskipanina hjá ALS. Nú eru 90 teirra uppsøgd, og uppsøgnirnar raka allar starvsbólkar í almenna flogfelagnum.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, staðfestir, at flúgvingin verður munandi skerd í rúma tíð frameftir, og tí gevur ikki meining at hava starvsfólkini verandi í serskipanini hjá ALS.
Áðrenn korona-kreppuna hevði Atlantsflog stórar ætlanir fyri framtíðina. Í summar skal felagið taka ímóti fjórða Airbus flogfarinum, sum er langtíðarleigað. Og harumframt hevur Atlantsflog keypt tvey spildurnýggj og framkomin Airbus A320 neo flogfør, sum vera latin felagnum í 2023 og 2024.
- Vit royna at halda fast í hesar framtíðarætlanir, sigur Jóhanna á Bergi.