Fótbóltur kann tálma lívsstílssjúkum

Fótbóltur kann tálma lívsstílssjúkum
Fótbóltur kann nýtast í viðgerð av lívstílssjúkum.. Tað sigur gransking, sum varð løgd fram á altjóða ráðstevnu í Havn um vikuskiftið
27.01.2020 - 15:20

Fótbóltur - og aðrar ítróttargreinar - kunnu nýtast til at viðgera lívstílssjúkur sum diabetes og hjarta- og æðrasjúku.

Tað sigur gransking, sum var løgd fram á altjóða ráðstevnuni, Football is Medicine 2020, sum varð í Kongshøll um vikuskiftið.

 - Fótbóltur virkar sum breiðspektraður heilivágur. Tað vil siga, at tað ber til at brúka fótbólt og onnur bóltspøl, sum part av viðgerðini av teimum stóru lívsstílssjúkunum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Magni Mohr sigur, at tað er sannlíkt, at læknin í framtíðini fer at senda sjúklingar til heilsufótbólt sum part av sjúkraviðgerð.

 - Tað kundi verið tað, ella svimjing, venjingarmiðstøð, rógving ella at ganga í fjøllunum. Men tað krevur, at mann setir eina skipan upp, at tað er undir umsjón og at hetta er nakað, sum heilsuverkið er við upp á, sigur Magni Mohr. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205