- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Lógin er ótíðarhóskandi
– Lógin er ótíðarhóskandi
Núverandi lóg um náttúrufriðing er ótíðarhóskandi, heldur formaðurin í Yvirfriðingarnevndini
19.09.2019 - 19:37
Nógvar stórar tunnilsverkætlanir eru gjørdar, og nógvar skulu enn gerast. Men hvat skulu vit gera við alt grótið? Formaðurin í Yvirfriðingarnevndini heldur, at núverandi lóg um náttúrufriðing ikki longur er tíðarhóskandi.
Í juli kærdi Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, avgerðina um tyrving á Velbastað til Innlendismálaráðið. Hendan kæran er nú send til Yvirfriðingarnevndina, ið skal aftur á fund 10. oktober. Til tá verður ikki meira gjørt við málið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV