- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórur Mortensen gleðir seg til Oyggjaleikir
Tórur Mortensen gleðir seg til Oyggjaleikir
Seinast vann Tórur silvur í trístøkk. Hesa ferð skal hann kappast í 100 og 200 metra spurti
05.07.2019 - 20:04
Á seinastu Oyggjaleikum vann Tórur Mortensen silvur í trístøkk. Tað verður tó ikki møguligt hjá honum at endurvinna silvurheiðursmerkið.
Tórur hevur seinasta árið drigist við ein skaða í knænum og fær tí ikki tikið lut í trístøkk í ár. Hann fer ístaðin at kappast í renning, har hann skal royna seg í 100 og 200 metra spurti.
Hóast leikvøllurin, har íðkarnir í frælsum ítrótti skulu kappast, ikki er liðugur enn, vænta tey, at tað verður klárt til kappingarbyrjan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV