Búð í Gibraltar í 26 ár

bannari
Búð í Gibraltar í 26 ár
Randi Franco hevur búð í Gibraltar síðani 1993, og landið er sera nógv broytt hesi árini, sigur hon
05.07.2019 - 17:23

Í 1993 flutti Randi Franco úr Føroyum til Gibraltar at búgva, og her hevur hon búð síðani.

Hon er gift og eigur trý børn, og hon er heilsurøktari og arbeiðir innan fyri eldraøkið.

Hittust í Føroyum

Hon hitti mann sín á oyggjaleikunum í 1989 í Føroyum, og stutt eftir blivu tey góð og hava hildið saman síðani. 

Dagurin í dag, hin 5. juli 2019, eru akkurát 30 ár síðani, at Randi og Fabian hittust á fyrsta sinni. 

Vit hava hitt Randi Franco til eitt prát um, hvussu Gibraltar er broytt hesi árini, hon hevur búð í oynni.

Aftur til Gibraltar

Í 1995 vóru Oyggjaleikir eisini í Gibraltar, og tá hitti Leivur Hansen, sum tá arbeiddi í Sjónvarpi Føroya, Randi, sum tá hevði búð í Gibraltar í tvey ár.

Maðurin, Fabian og elsti sonurin, Julian, sum tá var einabarn, eru eisini við í innslagnum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049