Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elisabeth skal bera vatnið
Elisabeth skal bera vatnið
Tá Oyggjaleikir verða settir, hevur hvør oyggj vatn við. Elisabeth Erlendsdóttir skal bera føroyska vatnið.
27.06.2019 - 10:59
Í Føroyum hevur siðvenja verið at yngsta ítróttarfólkið ber vatnið.
Til hesar leikirnir er svimjarin, Elisabeth Erlendsdóttir, yngsta ítróttarfólkið, umboðandi Føroyar, og tí fær hon heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.
Vatnið úr Føroyum er komið í fløskuna, sum Elisabeth Erlendsdóttir skal bera til setanina, sum verður leygarkvøldið 6. juli í Gibraltar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV