- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytir eru fyri sendiloyvinum
Tað stendur í treytunum og skyldunum fyri at fáa sendiloyvi. Tí umhugsar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum nú at senda eina áminning til R7 um at halda seg til treytirnar. - MEN spurningurin um- treytirnar fyri at fáa miðlastuðul skulu broytast, er ikki so einfaldur.
Onga viðmerking
Vit hava tosað nevndarformann í R7, Petur Jacobsen, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið.
Vit hava eisini tosað við formannin í miðlastuðulsnevndini, Magnus Dam. Hann sigur, at nevndin heldur seg til tær ásetingar, ið eru í lógini, tá ið hon skal býta stuðul út, og tað er upp til politiska myndugleikan, um hesar ásetingar skulu broytast.
Miðlastuðulsnevndin fer í næstum at býta miðlastuðul út.