Spenningur til síðsta sekund

Spenningur til síðsta sekund
Í gjár hittust Neistin og Kyndil. Spenningur var til síðsta sekund, tá Neistin skuldi taka fríkast, sum fór í málið. Dysturin endaði tó 24-24
08.03.2018 - 13:30

Tá tíðin í høllini vísti 59:59, var úrslitið 24-24 millum Neistan og Kyndil, ið hittust í Høllini á Hálsi í gjár.

Rasmus Søby hjá Neistanum tekur fríkast og fær mál. Men málið verður koldømt, og Neistaskjúttin má taka fríkasti eina ferð afturat, og hesa ferð fær hann ikki mál.

Dysturin endaði tí javnt, 24-24, og bæði liðini fingu 1 stig.

Kyndil liggur nú nummar trý við 18 stigum, meðan Neistin liggur nummar tvey í FTZ-kappingini við 25 stigum.

Neistin hevur tó spælt ein dyst minni enn H71, sum liggur á fyrsta plássinum við 27 stigum.

Vestmenningar vunnu

Í Vestmanna tók VÍF ímóti oddaliðnum, H71. Her vístu hoyvíkingar, hví teir liggja nummar 1, tá teir vunnu ein greiðan 27-21 sigur.

VÍF hevur 18 stig og liggja nú nummar 4.

Eftir dystirnar í gjár er støðan í FTZ-kappingini hendan:

  Dystir Stig
H71 18 27
Neistin 17 25
Kyndil 16 18
VÍF 17 18
Team Klaksvík 18 14
STÍF 17 11
KÍF 17 7
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519