Clearing: Aksel sigur ja, Bárður sigur nei

Clearing: Aksel sigur ja, Bárður sigur nei
Orðaskifti er enn við 2. viðgerð um fiskivinnunýskipanina
08.12.2017 - 19:33

Hava Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum og Magni Laksafoss í Sambandsflokkinum clearað hvør annan, soleiðis at Magni Laksafoss fer ikki at atkvøða ímóti uppskotinum um fiskivinnunýskipan.

Tað hevur verið stóri spurningurin í tinginum í dag, nú Kristin Michelsen er farin av landinum. Hann hevur ikki biðið um farloyvi úr tinginum, meðan hann er burturstaddur.

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at hann hevur onga avtalu gjørt við Magna Laksafoss, sum eisini er næstformaður í Sambandsflokkinum, um at Magni Laksafoss og Kristin Michelsen skulu cleara hvør annan í sambandvi við atkvøðugreiðsluna um fiskivinnunýskipanina.

Men Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at ein avtala um clearing er gjørd.

Orðaskiftið við 2. viðgerð byrjaði eftir klokkan 10 fyrrapartin, og tað heldur fram.

 

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946