- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingsvenjari skilir ikki avgerð hjá FSF
Tá ellinta umfar verður spælt, verður ein dystur spældur á uttanveltaðum vølli.
Dysturin millum Skála og KÍ, sum skuldi spælast á Skála, verður spældur á Tórsvølli.
Sámal Erik Hentze venjari hjá Víkingi heldur, at so skal Víkingur eisini á Tórsvøll at spæla sín útidyst móti Skála.
Kringvarpið hevur eisini tosað við Anders Gerber, venjari hjá NSÍ.
Hann heldur, at avgerðin hjá FSF ger, at kappingin ikki verður gjøgnumførd so rættvíst sum møguligt.
GG: Í innslagnum verður sagt, at Skála fær minimum somu inntøku sum frá dystinum millum Skála og KÍ í fjør, og so umleið 30.000 kr. afturat úr UEFA-grunni.
Tað er ikki rætt. Tað er UEFA-grunnurin, ið tryggjar, at Skála fær minimum somu inntøku sum frá dystinum í fjør.