Kýta seg at gera fríhandilsavtalu við Kina

Kýta seg at gera fríhandilsavtalu við Kina
Í mai fara føroyskir politikarar og embætisfólk aftur til Kina
10.02.2017 - 21:06

Tað er avgerandi fyri føroysku alivinnuna at fáa betri atgongd til kinesiska marknaðin, skal hon standa seg í kappingini við onnur lond, sum útflyta laks.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, nú norðmenn fara at samráðast við Kina um ein fríhandilssáttmála.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sigur, at føroyskir myndugleikar leggja stóran dent á at fáa ein fríhandilssáttmála í lag.

Herfyri var ein sendinevnd, eisini við umboðum fyri vinnufyritøkur, í Kina, og í mai fara politikarar og embætisfólk aftur til Kina á vitjan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824