- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjárskonsertin: Nordika
Nýggjárskonsertin: Nordika
Til nýggjárskonsertina varð nýggja verkið, Nordika, hjá Sunnleifi Rasmussen framført. Nordika er eitt lag, ið hevur eina felags norðurlendska rødd
09.01.2017 - 12:26
Nordika varð frumframført 1. november, í samband við heiðurlønirnar hjá Norðurlandaráðnum. Sagt verður um Nordika, at eykennislag hevur eina felags norðurlendska rødd.
Verkið hevur ein tóna, ein boðskap og ein ljómbotn, sum fremur felagsskap og stoltleika tvørtur um landamørk.
Kim Leine eigur tekstin og Sunnleif Rasmussen hevur gjørt lagið.
Henda útgávan er fyri orkestur, kór og solist.
Solistur er Tóra Vestergaard.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV