- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sum hundur á jólanátt
Sum hundur á jólanátt
Søgan um Døgg er sum tikin úr einum Lassie-filmi; men hvussu megnaði burturblivni hundurin at halda seg á lívi í tríggjar mánaðir?
30.12.2016 - 19:51
Hundurin hjá Karsteni Hansen fór fyri bakka á Kalsoynni fyri trimum mánaðum síðani.
Hóast tey leitaðu væl og leingi, funnu tey ikki hundin aftur, men jóladag var hann brádliga har - uttanfyri húsini í Mikladali.
Spurningurin er so, um tað er einum hundi lív lagað, sum hevur livað í kulda, kava og stormi í tríggjar mánaðir?
Í morgun vóru Karsten og konan hjá djóralækna við seyðahundinum Døgg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV