- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar radaramyndir av Sornfelli
Ongar radaramyndir av Sornfelli
Annar kupulin á Sornfelli fór av grundini í ódnarveðrinum gjáramorgunin. Har stóð radarin, ið veitir flogferðsluni myndir av føroyskum loftrúmi
27.12.2016 - 19:36
Hann fekk skaða, nú er hann óvirkin, og tað er ikki greitt, nær radarin verður tøkur aftur.
Kuplarnir hava áður fingið skaða av vindi og eru umvældir, men tað er kostnaðarmikið. Fyri 10 árum síðani kostaði hvør plátan í kuplinum 24.000 krónur at keypa, tær eru 352 til samans, og tá er uppseting ikki við í prísinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV