- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórar fara neyvan at reka landspolitik
Borgarstjórar fara neyvan at reka landspolitik
Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna, nú 15 borgarstjórar ætlar sær í Løgtingið
11.08.2015 - 19:48
Ongantíð fyrr hava so nógvir borgarstjórar bjóðað seg fram.
- Tað er eitt óheppið rák, tí vandi er fyri, at áhugamálini verða vavd saman, tá ið borgarstjórar sita í løgtinginum, heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, sum mælir til, at borgarstjórar kunnu ikki sita í løgtinginum.
Heðin Zachariassen tekur ikki undir við landsstýriskvinnuni.
- Tað er umráðandi, at øll økini í landinum eru umboðað í løgtinginum, sigur hann.
Borgarstjórarnir, sum stilla upp, eru Heðin Mortensen, Jógvan Skorheim, Kristin Michelsen, Brandur Sandoy, Jógvan í Skorini, Trúgvi Gudmundson, Rósa Samuelsen, Pauli T. Petersen, Artur Johansen, Jóhan Christiansen, Magnus Rasmussen, Hans Jakke Kallsberg, Sonni í Horni og Gerhard Lognberg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV