Valið í Kringvarpinum

bannari
Valið í Kringvarpinum
Komandi vikurnar fer Kringvarpið á ferð kring landið. Í samrøðum og kjaki fara vit at viðgera valskráir og valevni hjá politisku flokkunum.
06.08.2015 - 16:15

Nógvar nýggjar sendingar eru á skránni í Kringvarpinum, nú løgtingsval er útskrivað at vera týsdagin 1. september. Valdekningurin byrjar av álvara mánadagin 17. september, men longu í morgin er fyrsta sendingin í sjónvarpinum. Tað er sendingin Vikan og valið, har tríggir tungvektarar í føroyskum politikki hvønn fríggjadag fram til valið venda valstríðnum í vikuni. Tungvektararnir eru: Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Óli Breckmann. Liljan Weihe er vertur.

Valið í útvarpinum

Í útvarpinum fara allir floksformenn saman við einum valevni í Andglettin. Sendingin verður at hoyra í útvarpinum kl. 16.05 mán-, týs-, hós- og fríggjadagar frá 17. august til allir flokkar hava verið í útvarpsstovuni. Aftaná sendingina sleppur lurtarin framat politikkarunum í Fimmaranum. Vertir eru Øssur Winthereig og Beinta Løwe.

Vágskálin er á skránni mán-, týs, mik- og fríggjadag aftaná tíðindini á middegi. Í sendingini meta miðlafólk um Andglettin og Fimmaran frá degnum fyri. Vertur er Marjun Dalsgaard.

Seinnapartin fer Kringvarpið á ferð. Vit vitja 10 bygdir og býir í sendingini Val á staðnum, sum er politisk kjaksending við valevnum frá øllum flokkunum. Byrjað verður í Vági mánadagin 17. august og áhoyrarar fáa møguleika at seta valevnunum spurningar í sendingini. Vertir eru Kári Sólstein og Rólant Waag Dam. Reportarar eru Kára Bjarnadóttir Jacobsen og Rebekka Manuela Behrens.

Valið í sjónvarpinum

Dagur og Vika fer í stóran mun at snúgva seg um valið í august mánaða. Frá mánadegnum 17. august verður sendingin Álvaratos á skránni aftaná Dag og Viku. Hetta er beinleiðis kristisk samrøða við floksformennirnar. Brynhild Thomsen er vertur.

Sjónvarpskjak verða kring landið týsdagar og hósdagar tvær vikur áðrenn valið. Vitjað verður í Klaksvík 18. august, í Runavík hósdagin 20. august, í Trongisvági 25. august og í Havn hósdagin 27. august. Kjakfundirnir verða sendir beinleiðis í sjónvarpinum frá kl. 20.00 til 21.30, men veljarin er eisini vælkomin til sjálvt kjakið, har høvi eisini verður at seta valevnunum spurningar. Vertir eru Uni Holm Johannesen og Óluva Zachariassen. Reportari er Anna Poulsen.

Síðsta formansumfar í hesum valskeiði verður í Kringvarpshøllini dagin fyri valið, 31. august aftaná Dag og Viku. Uni Holm Johannesen er vertur.

Lutakastið um raðfylgjurnar til Andglettin og Álvaratos síggjast í videobrotinum.

Valið á heimasíðuni

Allar sendingar og annað valtilfar verður at finna á www.kvf.fo/tema/l2015

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477