Floksformenn velja døgurða við drotningini frá

bannari
Floksformenn velja døgurða við drotningini frá
Kvøldið fyri fólkatingsvalið, tann 17. juni, eru floksformenninir bodnir til døgurða við Margrethu drotning.
08.06.2015 - 19:37

Flestu formenninir hava tó valt ikki at fara til døgurðan, tí formansumfar verður í sjónvarpinum.

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Poul Michelsen, formaður í Framsókn, hava boðað frá, at teir verða ikki við til døgurðan í Norðurlandahúsinum. Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hava enn ikki tikið støðu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477