Hans Jørgen Djurhuus dømdur fyri harðskap á vølli

Hans Jørgen Djurhuus dømdur fyri harðskap á vølli
Fótbóltsspælarin Hans Jørgen Djurhuus er í Føroya Rætti í dag dømdur fyri harðskap á vøllinum.
02.06.2015 - 19:56

Talan er um ein treytaðan dóm í eitt ár, men dómurin er uttan revsiáseting.

Tað merkir, at fremur Hans Jørgen Djurhuus ikki líknandi lógarbrot næsta árið, verður hann ikki revsaður fyri harðskapin, hann í dag er dømdur fyri.

Ger Hans Jørgen Djurhuus hinvegin okkurt líknandi næsta árið og verður revsaður fyri tað, verður hendingin, hann nú er dømdur fyri, møguliga løgd aftrat og revsingin kann tí blíva harðari, enn hon annars hevði verið.

Breyt nøsina

Tað var í venjingardysti tann 20. januar millum HB og Vìking, at Hans Jørgen Djurhuus breyt nøsina á Poul Ingasyni, tá Hans Jørgen Djurhuus, sambært dóminum, slóg við knýttum neva.

Hans Jørgen Djurhuus og verjin  siga seg nú fara nærlesa dómin, áðrenn teir taka støðu til, um teir kæra ella ikki. 

Fótbóltssambandið hevur sagt, at tey ikki hava slept málinum, men hava bíðað eftir einum dómi. Nú eru boðini, at tey taka málið upp á starvsnevndarfundi í næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109