- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna skal vera hvassari
Kvinna skal vera hvassari
Eydna Skaale skal stýra Kvinnu, meðan Siri Sørensen hevur barnsburðarfarloyvi
01.06.2015 - 19:37
Blaðið Kvinna fær nýggjan blaðstjóra. Siri Sørensen, sum hevur verið blaðstjóri seinastu tíðina, fer í barnsburðarfarloyvi.
Nýggja kvinna í sessinum er Eydna Skaale. Hon er 33 ára gomul og kandidatur í retorikki frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Í 11 ár hevur Eydna Skaale virkað í føroyska fjølmiðlaheiminum. Seinast sum redaktørur á Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum - og so hevur hon eisini verið at sæð i sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld í sendingini Føroyaportalurin.
Eydna Skaale hevur eisini egna fyritøku, Retorika. Eydna verður í blaðstjórastarvinum á Kvinnu til september 2016, tá Siri kemur aftur í starvi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV