- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Her fer fiskur fyri borð, siga norðmenn
Talan er um tosk ella upsa og kongafisk, sigur Thomas Darell, politiinspektørur í Hammerfest, hagar Enniberg kom klokkan seks í gjárkvøldið eftir boðum frá norska fiskiveiðieftirlitinum.
Hann leggur tó aftrat, at talan er ikki um nógvan fisk, sum skal vera farin útaftur. Men í Noregi er forboð fyri at blaka fisk út yvirhøvur.
Myndirnar nóg gott prógv
Myndirnar frá flogfarinum eru nóg gott prógv fyri at geva skiparanum sektaruppskot og reiðaríinum krav um virðið á fiskinum, sum var í hálinum hjá Ennibergi, áðrenn myndirnar vórðu tiknar, sigur Thomas Darell.
Kunnu vænta stóra bót
Thomas Darell sigur, at vanliga plagar skiparin at fáa millum 15.000 og 30.000 kr. í bót fyri slikt brot sum hetta, og so kemur virðið á fiskinum í aktuella trolinum afturat.
Tá vit tosaðu við Thomas Darell, hevði skiparin ikki fingið sektaruppskotini, men sum skilst er talan um 430.000 kr. tilsamans.