- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóttan úr Russlandi orsøk til Gadus-handilin
Hóttan úr Russlandi orsøk til Gadus-handilin
Tað sigur Leif Abrahamsen, nevndarformaður í JFK-troli, nú tað er komið fram, at virðið á Gadusi fór úr 60 uppí 170 mill.kr eftir einum degi
19.02.2015 - 19:35
Tveir handlar millum feløg í JFK-samtakinum fingu virðið á flakatrolaranum Gadus at vaksa nærum trífalt.
- Orsøkin til handilin var hóttanin úr Russlandi í samband við málið um Skálaberg. Og avleiðingin var, at virði mátti setast á kvotuna í Barentshavinum, sigur Leif Abrahamsen, nevndarformaður í JFK-Trol.
Í innslagnum, JFK stórt virði, heldur Leif Abrahamsen ikki, at tað er trupulleiki, at hann er stjóri á Gjaldstovuni SAMSTUNDIS sum hann er nevndarformaður í Føroyagrunninum, nevndarformaður í JFK-Trol og nevndarlimur í móðirfelagnum JFK.
Her kanst tú síggja innslagið, Hóttan úr Russlandi orsøk til Gadus-handilin
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV