- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forskúli verður aftur á Argjum
Forskúli verður aftur á Argjum
Trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu væntar, at fleiri næmingar verða teknaðir, tá tað líður út á várið
23.01.2015 - 21:12
Tá freistin at tekna børn í forskúla í Skúlanum á Argjum var úti, vórðu bert 13 næmingar innskrivaðir. Tað er nóg mikið, tí kravið er í minsta lagi 12 næmingar.
Men Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, væntar, at fleiri næmingar verða teknaðir til forskúlan á Argjum, tá tað líður út á várið.
Ein tørvskanning, sum kommunan læt gera, vísir, at helvtin av foreldrunum vil hava børnini í forskúla, men tað veldst um, hvar í býnum skúlatilboðið er.
Skúlin á Argjahamri er í útriðuni, og tí er avmarkað, hvussu nógvar næmingar hann fær.
Sí samrøðu við Jóan Petur Hentze, sum var gestur í Degi og Viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV