Vil hava vinnuna við

Vil hava vinnuna við
Fiskaaling fer sum eina roynd at seta 300.000 rognkelsi út í vár ella í summar
19.01.2015 - 20:28

Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, heldur royndina hjá Luna at innflyta rognkelsi at berja niður laksalús í aliringum vera spennandi.

Hann sigur, at skulu øll alibrúk í landinum fáa nóg mikið av rognkelsi, verður neyðugt at ala millum hálva aðru og hálva triðju millión rognkelsi um árið.

Tað uppgávuna megnar Fiskaaling ikki sjálvt, men vil hava alivinnuna við, tí íløgan verður nakrar milliónir kr.

Fiskaaling hevur sum eina roynd alt 300.000 rognkelsi, og tey verða sett út í vár ella í summar.

Sí samrøðu við Kristian Peterseb, sum var gestur í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151